Slitin dekk orsøk til samanstoyt á Sundi

Gjáramorgunin varð boðað frá einum harmonikusamanstoyti á Sundi

Myndir: Birgir Waag Høgnesen

Tað hendi klokkan 9 í gjáramorgunin, tá ein bilur steðgaði fyri einumhvørjum á landsvegnum á Sundi á veg ímóti Havnini. Bilurin, sum koyrdi aftanfyri kláraði at steðga, men tað kláraði tann triði bilurin ikki. Hann rendi í bil nummar tvey, sum síðani var trýstur fram í tann bilin, sum steðgaði.

– Eingin fólkaskaði hendi, men tvey fólk vórðu flutt á Landssjúrkahúsinum til kanningar av trygdarorsøkum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Førarin í aftasta bilinum fekk klipp í koyrikortið fyri at hava slitin dekk og fyri ikki at klára at steðga. Sum vaktleiðarin sigur, so hevur tú skyldu at halda so stóra frástøðu frá bilinum frammanfyri, so tú megnar at steðga. Og tá kláraði hesin bilurin ikki. Tað í sær sjálvum gevur klipp í koyrikortið og bót, men afturat hesum hevði bilurin eisini so slitin dekk, at tey vóru orsøkin til óhappið, sigur vaktleiðarin.

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndir: Birgir Waag Høgnesen