Slit á Shefa

Føroya Tele boðar í dag frá, at slit er á týdningarmesta internetsambandinum hjá føroyingum.

Talan er um eitt brek sunnan fyri Orkney, men í løtuni er ikki heilt greitt, hvussu slitið er íkomið.

- Hetta hendi seinnapartin, so í løtuni vita vit ikki heilt neyvt, hvat slag av breki talan er um, men mest sannlíkt er talan um slit, sigur Páll Vesturbú, stjóri á FT Net, sum eigur Shefa-kaðalin.

- Vit hava eisini netsamband umvegis Farice-kaðalin, men ferðslan er somikið stór, at eitt brek á Shefa merkist hjá føroyskum internet-brúkarum, sigur Páll Vesturbú.

Hann roknar við, at tað gongur ein vika ella so, til brekið er umvælt.