Summi halda, at fíggjarliga kollapsið hjá Íslandi førdi til sjálvrannsakan. Ella sum ein ungur íslendingur segði:
- Áðrenn kreppuna var Reykjavík ein býur fullur av slipsadreingjum, og tað var ikki til at halda út. Nú eru teir burtur. Spyrt tú meg, so er kreppan tað besta, sum er hent okkum...
Íslendska ferðaráðið hevur roynt at relanserað íslandi sum ferðamál, og Lonely Planet hevur kosið Ísland til eitt av heimsins »Best Value Destinations« - kreppan hevur gjørt tað fyrr so dýra landið eitt sindur meira »affordable« - og eggjar lesaruum til at taka av møguleikanum, meðan teir kunnu.