Slipknot til Danmarkar

Í november mánaða kemur væl umtókti bólkurin Slipknot til Danmarkar at halda konsert í KB Høllini. Í mai segði Corey Taylor úr Slipknot frá, at bólkurin væntandi fór at geva fløgu út í august og at bólkurin vildi fara á konsertferð kring Evropa í oktober ? men nú sær út til, at ætlanirnar hjá bólkinum eru broyttar eitt sindur.

 

Í øllum førum bjóðar heimasíðan worldticketshop.com nú atgongumerkju til fleiri konsertir kring Evropa í november.

Millum konsertirnar verður ein konsert í Keypmannahavn 13. november í KB Høllini. Og man henda konsertin ikki verða eins væl umtókt og konsertirnar hjá bólkinum vanliga eru?