Slíkt veður minnist eg einki til

Fyrrapartin í dag hevur verið gott veður, men seinnapartin fer aftur at kava – fyrst í Suðuroy

Eftir kavarok og jarðrok í gjár og í nátt, vaknaðu vit til ein sera góðan kavamorgun við sól og still. Men Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur á Veðurstovuni, sigur við FM1, at hetta stendur ikki við so leingi.

 

Longu seinnapartin verður aftur ælaveður við kava, fyrst í Suðuroynni, men seinni í dag, og í kvøld flytur tað norðureftir, so tá gongur Suðuroyggin frí aftur

 

Hanus Kjølbro sigur, at ælaveðrið verður av í nátt og tað væl frægari í morgin - men kortini sleppa vit ikki undan einstøkum ælum.

 

Men so fáa vit vit hava sæð leingi, nevniliga avfall við vátakava, ella enntá regni. Hanus Kjølbro sigur, at tað verður serliga leygardagin, at tað verður regn og eisini partvís sunnuidagin.

 

Um vikuskiftið varð fótbólturin avlýstur, og Hanus Kjølbro hevur ringar vónir fyri hesum vikuskiftinum. Skal allur kavin verða burtur av vøllunum, skal tað regna øgiliga illa, sigur hann - og hann leggur afturat, at hann væntar ikki, at tað fer at regna so illa.

 

Veðurfrøðingurin sigur annars, at nú hevur tað fryst trý - sjey stig í fýra dagar upp í slag, og slíkt veður hevur ikki verið áður, alt tað hann minnist.