Sligo Rovers var fyri tapi á útivølli

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers taptu fyri Shamrock Rovers

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í kvøld á útivølli í Dublin móti Shamrock Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Shamrock Rovers vann dystin 2-0. 

 

Shamrock Rovers koma á odda tá 19 minuttir vóru leiktir, og teir øktu til 2-0 tá 64 minuttir vóru farnir av dystinum. Greg Bolger minkaði um munin til 2-1 fimm minuttir seinni, men nærri kom Sligo Rovers ikki.

 

Stefan kom á vøllin tá ein hálvur tími var eftir av vanligu leiktíðini, og hann fekk sítt triðja gula kort hetta kappingarárið.

 

Sligo Rovers hava fýra sigrar, fýra javnleikir og fýra tap aftaná 12 teir fyrstu dystirnar. Sligo Rovers er nummar seks í deildini við 16 stigum. Fimm stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla Europa Conference League undankappingardystir komandi ár. 

 

Komandi mánadag spælir Sligo Rovers á útivølli móti St. Patricks.