Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í kvøld á útivølli móti St. Patrick´s í bestu írsku fótbóltsdeildini.
St. Patrick´s vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið átta minuttir undan steðginum.
Talan er um triðja tapið á rað hjá Sligo Rovers.
Sligo Rovers sum hevur tveir dystir eftir at spæla hetta kappingarárið er triðaftast í deildini við 36 stigum. Cork City er næstaftast við 30 stigum, men við einum dysti færri enn Sligo Rovers.
Liðið sum endar næstaftast má spæla Play Off dystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.
Enn hevur Sligo Rovers tó lagnuna í egnum hondum.
Í næstseinasta umfarinum komandi sunnudag spælir Sligo Rovers á heimavølli móti Drogheda.