Fríggjakvøldið spældi liðið hjá Stefani Radosavljevic, Sligo Rovers triðja dystin í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli tapti Sligo 0-1 fyri Shelbourne, ið skoraði sigursmálið tá 13 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Stefan Radosavljevic sat á beinkinum allan dystin.
Stefan slapp heldur ikki upp í part í undanfarna umfarinum. Tá leikti Sligo javnleik 0-0 móti Derry City á heimavølli.
Stefan hevur til góðar at sleppa á vøllin fyri Sligo hetta kappingarárið.
Sligo er nummar sjey av teimum 10 liðunum í deildini við tveimum stigum fyri tríggjar dystir.
Mánakvøldið klokkan 19.45 spælir Sligo dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk á útivølli.











