Sligin og sparkaður miðbýnum í Havn í nátt

Ein maður er á Landssjúkrahúsinum og ein er í varðhaldinum

Mitt í nátt fekk løgreglan í Havn boð um harðskap í miðbýnum í Havn. Tað var uttanfyri eitt skeinkistað í miðbýnum, at tveir útlendingar, ein russari og ein danskari, komu til ilnar. Og tað endaði við, at russarin varð sligin og sparkaður so illa, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum. Og har liggur hann enn til eygleiðingar.

 

Danskarin varð handtikin og løgreglan sigur, at hann situr nú í varðhaldinum, tí hann skal avhoyrast. Tað hevur heldur ikki eydnast teimum at avhoyra russaran og løgreglan sigur, at tey vilja hava máliå lýst, áðrenn nakar av teimum sleppur av landinum aftur. 

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt. Men tað var rættiliga nógvur vindur í gjárkvøldið og boðað var frá fleiri vindskaðum.

 

Tað kanst tú lesa meiri um HER.

 

Men á mindnátt hæsaði av og síðani hevur verið friður, sigur Løgreglan. Tað er kortini fitt av vindi enn summastaðni, upp í 27 metrar um sekundið, men nú minkar hann alsamt.