Sligin og bardur

Harðskapur

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein ungur maður, sum var á Sundalagsstevnu í Hósvík sunnunáttina, hevði fingið eina fløsku í høvdið.
- Tað var ungi maðurin sjálvur, sum boðaði okkum frá hendingini, sigur løgreglan.
Men tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at hendingin var nógv meira umfatandi, enn maðurin hevði sagt.
- Vit tosaðu við fleiri vitnir í Hósvík sum søgdu, at maðurin, sum framdi harðskapin, í fyrsta lagi hevði sligið hin einar 8-10 ferðir í andlitið, meðan hann helt honum í høvdið. Siðan datt maðurin ? og aftan á tað, varð tann álopni bæði sligin, sparkaður og trampaður, bæði í høvdið og kroppin.
Løgreglan sigur, at teir tóku mannin, sum hevði framt harðskapin, við sær á støðina, har hann varð avhoyrdur.
Vakthavandi á løgreglustøðini, sum vit tosaðu við mánadagin, visti ikki at siga, hvussu hesir báðir ungu menninir vóru komu til ilnar í Hósvík, men alt bendir á, at tann eini maðurin hevur verið so harðligur við hin, at talan er um eitt harðskapsmál.
Mánadagin visti vakthavandi ikki at siga, hvussu maðurin, sum var fyri harðskapinum, hevur tað.