Á midnátt fríggjakvøldið fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um harðskap.
Nakrir ungir mans vóru farnir at keglast nærindis KFUM, og ein av monnunum hevði sligið ein annan í andlitið.
Tann, sum var sligin, meldaði tilburðin til løgregluna, sum hevur fingið fatur á tí, sum lat nevan talað.