Slett ikki nøgdur

Formaðurin í TB er nøgdur við nýggja venjaran, men hann er ikki nøgdur við úrslitið

- Vit ryktu niður, so tað sigur seg sjálvt, at eg kann slett ikki vera nøgdur.

 

Tað sigur André Dalfoss, formaður í TB.

 

Hann sigur at TB hevði nógvir møguleikar at bjarga sær í Effodeildini, men at teir ikki tóku av, tá ið á stóð.

 

Kortini staðfestir hann, at hann er øgiliga nøgdur við nýggja venjaran, sum er komin til Tvøroyrar við eini orkuinnspræning og ein ætlan.

 

Trýst á pílina undir myndini og hoyr, hvussu formaðurin í TB tekur saman um kappingina og, hvat teir ætla sær næsta ár.