Slerdu tunnu úti

Allir flokkar í Tórshavnar kommunuskúla slerdu tunnu í morgin, og serliga tey smærru vóru grýluklødd

Myndir: Alvur Haraldsen

Føstulávintsmánadag sláa næmingarnir á flestu skúlum tunnu, og í Tórshavnar Kommunuskúla byrjaðu tey beinanvegin, sum skúladagurin byrjaði.
Tey smáu møttu grýluklødd. Onkur børn vóru í keyptum grýlaklæðum, men tey flestu vóru í meira heimagjørdum búnum, og taðå var stuttligt, sigur Eyðun Djurhuusm varaskúlastjóri.
- Nú fara sra fá børn í grýluskorti. Í staðin mála tey seg um andlitið, og tey duga sera væl at finna uppá, sigur Eyðun Djurhus.
Hvør árgangur slerdi tunnu fyri seg. 1. og 2. flokkur slerdu tunnu milum húsini, 3. flokkur í Grasagarði, og 4. og 9. flokkur í skúlagarðinum.
- Tey tíma sera væl og hugna sær óført. Aftaná fóru øll inn og fingu bollar og kakao, sigur Eyðun Djurhuus.
Tað var upp til einstøku lærararnar, hvat restin av degnum fór til. Eyðun Djurhuus væntaði ikki, at tey smáu fóru at hava veruliga undirvísing í dag, tí hjá teimum smáu er ikki so lætt at fara frá spæli til undirvísing. Dagurin fór tí helst til spæl og søgur.
9. flokk fekk vanliga undirvísing seinnaparti. Tey hava so nógv, tey skulu læra, og kunnu tí illa taka ein heilan dag burturúr.
Hinir árgangirnir í Tórshavnar Kommunuskúla ganga úti á Argjum, har tey somuleiðis hava sligið tunnu.