Tíðliga í morgun handtók politiið í Havn ein mann, sum hevði sligið vinkonu sína illa Ein triði persónur, sum var hjástaddur, ringdi eftir politinum.
Vørrin á kvinnuni skrædnaði, og hon varð flutt á Landssjúkrahúsið at verða kannað.
Maðurin, sum verður skuldsettur fyri harðskap, slapp at sova í brummuni til útt á seinnapartin í dag.