Tíðliga í morgin varð ein maður sligin í Klubbagarðinum í Havn. Maðurin datt, og hin helt fram vikð at sláa mannin við knýttum neva.
Tað vildi so til, at politistar vóru beint við. Teir tóku mannin, sum framvegis situr í brummuni.
Henda náttin var eisini ófriðarlig. Alla nátt noyddust politistarnir út at taka avdottin fólk upp, steðga ávirkaðum bilførarum, skilja óð fólk sundur o.a.