Sleptu skuldsetingini í farnu viku

Maðurin, sum búði í húsunum, har morðið í Hvalba var framt, var formliga skuldsettur líka til 12. august 2015.

Tað var pápi nú dømda mannin, ið ringdi til løgregluna og boðaði frá, at sonurin segði seg hava dripið ein mann.

 

Tá løgreglan kom í húsini, vaktu tey ein mann, ið lá og svav í loftsstovuni. Hetta var maðurin, ið búði í húsunum. Síðani fann løgreglan hin myrda, Hjalmar Holm, í einum kamari. 

 

Sambært vanligari mannagongd handtók løgreglan tá mannin, ið var í húsunum, undir illgruna fyri at hava framt morðið. Maðurin var tá formliga skuldsettur fyri morðið.

 

Linda Hesselberg, ákæri, greiðir tó frá, at hendan skuldsetingin nú er slept.

- Tað er púra vanlig mannagongd, at handtaka tey, sum eru í húsunum, tá ein myrdur verður funnin. So leingi, sum málið enn verður kannað, verða tey tí roknaði sum skuldsett. Í hesum førinum gjørdist tað tó tíðliga greitt, at maðurin, ið búði í húsunum, neyvan hevði nakað við morðið at gera, og hann var tí leyslatin longu áðrenn tann nú dømdi var grundlógaravhoyrdur, sigur Linda Hesselberg.

 

Formliga skuldsetingin varð tó ikki slept fyrr enn í farnu viku.

- Skuldsetingarnar vera vanliga ikki sleptar, fyrr enn ein ákæra verður reist, og so varð eisini í hesum málinum. So skjótt sum vit bóðu um hendan rættarfundin, sleptu vit eisini formligu skuldsetingini móti hinum manninum, sigur Linda Hesselberg.

 

- Skuldsetingin móti honum vísti seg at vera eyðsæð ógrundað, og tí varð hon slept, sigur Linda Hesselberg, sum eisini greiðir frá, at tað er sera óvanligt, at ákærin sleppur eini skuldseting á hendan hátt.

- Talan er altso ikki um, at vit sleppa skuldsetingini orsaka av prógvunum í málinum ella mangul upp á sama, men at vit í hesum førinum síggja, at maðurin eyðsæð ongan leiklut hevði í morðinum. Tá ein skuldseting verður slept, tí hon er eyðsæð ógrundað, verður hon heldur ikki skrásett í revsiváttanini hjá manninum, sum skuldsetingar annars verða, greiðir Linda Hesselberg frá.