Sleptu ikki børnunum upp á fjall

Tað er ikki rætt, tá ið útvarpið sigur, at vit gingu inni í skúlunum, meðan børnini máttu ganga úti í regninum, siga lærararnir, sum blokeraðu

Í gjáramorgunin bar útvarpið tey tíðindi frá óðum foreldrum, at lærararnir, sum blokeraðu skúlarnar í Havn, høvdu gingið inni í skúlunum, hóast teir ikki høvdu rætt til at vera á skúlunum, so leingi teir eru í verkfalli. Men børnini, tey máttu ganga uttanfyri í øllum regninum.

Hesum afturvísa lærararnir.

Umboð fyri lærararnar, sum blokeraðu sigur, at lærarnir gingu uttanfyri.

Teir siga, at lærararnir blokeraðu ikki skúlarnar, sum teir arbeiddu í, so teir høvdu heilt einfalt ikki lyklarnar til skúlarnar.

?Har foreldur koyrdu børnini í skúla, fóru vit yvir til bilarnar, áðrenn nakar kom úr og boðaðu frá støðuni, so at tað ikki var til óneyðugan ampa.

? Og har børnini komu einsamøll í skúla, fingu tey høvi at ringja eftir foreldrunum.

? So tað vórðu ongi børn slept upp á fjall, siga lærararnir.


Fingu eitt prei

Tað skiltist eisini aðrastaðni, at fleiri høvdu fingið eitt prei um støðuna, ikki minst tey, sum høvdu langt í skúla, tí við nógvar skúlar var tómligt klokkan átta í gjáramorgunin.