Bjargingarliðini hava slept vónini um at finna fleiri á lívi undir húsaleivdunum í Haiti, og tí er tann parturin av bjargingararbeiðinum steðgaður. Tað var stjórnin í Haiti, sum tók avgerðina, samstundis sum hon mælir bjargingarliðunum til at leggja størri dent á at hjálpa teimum, sum sluppu livandi frá jarðskjálvtanum.
Myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at talið á deyðum var komið upp um 110.000.
Tey bæði seinastu, sum vórðu bjargað undan húsaleivdunum á lívi, eru ein 82 ára gomul kvinna og ein 22 ára gamal maður.