Slepst ikki av við eitt einasta kilo av hýsu

- Eg trúgvi ikki, at nakar keypir hýsu til framleiðslu í Føroyum í løtuni; tískil fer øll hýsan, sum verður landað í Føroyum, óvirkað av landinum, sigur Kjartan Joensen í Leirvík

Fiskivinna

Á fiskavirkinum hjá Kjartani Joensen í Leirvík eru tey 30-35 fólkini ikki farin aftur til arbeiðis enn eftir, at fólkið fór í jólafrí.
- Vit hava burtur av virkað hýsu til flak, men hetta gongur ikki longur, tí tað slepst ikki av við eitt einasta kilo. Eg kenni ongan fiskaseljara í Føroyum, sum í løtuni sleppur av við eitt kilo av hýsuflaki. Vit hava tí givið okkum góðar stundir, áðrenn lagt verður til brots aftur. Ætlanin er at byrja aftur í komandi viku við framleiðslu av fløkum úr smáum toski, sigur Kjartan.
Meginparturin av hýsuni, sum virkið í Leirvík framleiðir, er seld til Bretlands og ein partur til USA, men í løtuni liggur virkið inni við nógvari hýsu á goymslu. Útboðið er nógv størri enn eftirspurningurin.
- Tað er ongantíð skilagott at liggja inni við ov stórari goymslu, sum bindir nógvan pening, men í løtuni er marknaðurin púrasta mettaður fyri hýsufløk, sigur hann.

Kinverjar

Lesur tú norsk fiskivinnubløð, skilst, at ein tjóð, sum rættiliga hevur tikið upp kappingina við londini her um okkara leiðir, er Kina.
Kjartan veit ikki rættiliga at siga, um nøkur einføld orsøk er til, at marknaðurin fyri hýsufløkum í Bretlandi og USA er so vánaligur í løtuni, men hann heldur, at kinverjar eru við til at spreingja marknaðin.
- Kinverjar keypa frysta hýsu frá russum, sum verður virkað í fjareystri fyri minni pening enn her um okkara leiðir, og tað er torført hjá okkum, sum hava eitt dýrari framleiðslulið, at standa okkum í kappingini.
Hann heldur ikki, at onnur fjarskotin lond í sama mun sum Kina eru við til at trýsta hýsumarknaðin, tí hýsan, sum bretar keypa, verður í mestan mun fiskað í Norðuratlantshavinum og í Barentshavinum. Hann veit heldur ikki um onnur fiskasløg á marknaðinum, sum eru komin í staðin fyri hýsuna.
- Annars haldi eg ikki, at torføri marknaðurin hevur so nógv við
prísin á fløkunum at gera. Tað er meira tað, at marknaðurin í løtuni totalt er mettaður í mun til útboðið, sigur Kjartan.

Prísirnir

Hann vísir eisini á fallið í hýsuprísunum.
- Tað er ikki langt síðan, at hýsa, sum fór óvirkað av landinum, varð keypt á marknaðinum fyri einar 19, 17 og 12 krónur fyri kilo ? alt eftir støddini. Nú liggja hesir prísir kanska á 9, 7 og 2 krónum ella minni fyri kilo, sigur Kjartan Joensen í Leirvík.