Sleppur við aftur Polar Nanoq

Grønlendingurin, sum er leyslatin í Íslandi og ikki longur er undir illgruna fyri morð, er vælkomin umborð aftur á Polar Nanoq.

Grønlendingurin, sum er leyslatin í Íslandi og ikki longur er undir illgruna fyri morðið á 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttur, er vælkomin umborð aftur á Polar Nanoq.

 

Eftir at vera leyslatin hósdagin, er hann nú heim aftur komin til familju sína í Grønlandi, og har eru tey glað fyri at síggja unga mannin aftur.

 

Eftir at hava sitið í isolatión í fongslinum í Reykjavík í 14 dagar, heldur maðurin sjálvur, at hann hevur brúk fyri sálarhjálp og fer at søkja sær slíka.

 

Í Grønlandi eru familja, vinir og kenningar glað, nú hann er heima aftur, og reiðaríið hevur sagt, at ungi maðurin er vælkomin umborð aftur á Polar Nanoq.

 

Verjin hjá manninum sigur, at teir báðir fara at tosa saman um, hvørt endurgjaldskrav skal reisast móti statinum fyri skuldsetingarnar um dráp og fyri hesar 14 dagarnar í isolatión.

 

Tað skrivar íslendska heimasíðan - visir.is - í dag.