Herfyri stóð á Facebook, at sluppungin Zealous, vanliga vanliga róptur Zilius, sum fyrr hevur havt nøvnini Kambur, Gamli Kambur, Bárasteinur og Reyði Kambur, tíanverri bleiv brendur á nýggjarsbálinum, var ongin, sum tók hann til sín.
Men í morgun boðar Emma Heinesen frá, at hetta verður av ongum, tí nú er hann fingin til varðveitslu.
Hon sigur, at tey hava fingið játtilsi frá Eysturkommunu at sluppungin skal sleppa at liggja á Skipanesi, har Tróndur gamli legði uppá land, fyri 2000, kr. um árið.
Myndina av Zealous hevur regin Torkilsson tikið.