Sleppur undan ákæru

Tað er nú greitt, at fremsti ráðgevin hjá George W. Bush, forseta, Karl Rove, verður ikki ákærdur fyri at hava avdúkað navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA.

Karl Rove, sum er av norskari ætt, hevur verið til avhoyringar fimm ferðir. Myndugleikarnir vildu hava at vita, um tað var hann, sum avdúkaði, at Valery Plane var loyniligur agentur hjá CIA. Hildið verður, at hon bleiv avdúkað sum hevnd fyri, at maður hennara aftan á eina ferð í afrikanska landinum Niger avsannaði, at Saddam Hussein hevði roynt at keypa uran haðani. Tað var stutt aftan á hesa ferðina, at tíðarritið Time skrivaði, at Valery Plane í veruleikanum arbeiddi fyri CIA.

Undir avhoyringunum hevur Karl Rove játtað, at hann tosaði við blaðmannin, sum skrivaði greinina í Time, men at hann ikki avdúkaði, hvat Valery Plane veruliga tókst við.

Eftir einari lóg frá 1982 er tað revsivert at avdúka agentar hjá CIA.