Sleppur umsíðir fyri rættin

33 ára gamli maðurin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í eitt ár, skal fyri nevningating mánadagin. Tríggjar vikur hevur Føroya rættur sett av til málið

Tá ið eitt menniskja verður varðhaldsfongslað, kemur fyrst ótti.
Nakað eftir koma frustrasjónirnar. Og sum dagarnir ganga, kemur líkasælan.
Hartil er 33 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið og beint fyri Dánjali Peturi Hansen, komin.
Tað sigur Annfinn V. Hansen, verji hjá skuldsetta manninum.
Anfinn V. Hansen sigur, at tað upp á ein máta verður ein lætti fyri tann skuldsetta, at nakað nú umsíðir hendir.
Maðurin hevur livað í óvissu nú í eitt heilt ár, langt burtur frá heimlandi sínum. Hann skilir lítið og einki av tí, hann sær í sjónvarpinum, og málsligar forðingar hava gjørt tað trupult hjá honum at tosa við fólk.
Annfinn V. Hansen hevur vitjað mannin av og á, og teir hava kunnað tosað so nøkulunda um gerandismál, tí maðurin dugir eitt sindur av føroyskum og eitt sindur av enskum.
Vitjanirnar hava verið fáar. Annfinn V. Hansen heldur, at fólk hava aftrað seg við at vitja mannin, tí vitjanirnar eru farnar fram við yvirvøku.
Tað er sera leingi at sita varðhaldsfongslað í eitt heilt ár, men tað er ikki óvanligt, heldur ikki í Danmark, at fólk sita so leingi, tá ið skuldsetingin er so álvarslig.
Tríggjar vikur eru settar av til málið, og tað verða strævnir dagar ikki minst hjá nevningunum.

Taðverður trongt
Nógv fólk verða í rættarsalinum, sum er alt annað enn stórur.
Tveir dómarar skulu fylgja øllum málinum, tí hevði bara verið ein, og viðkomandi fekk forfall, skuldi alt málið gingið umaftur.
Ákærin fer eisini at hava fólk við sær.
Tann fyrsta dagin møta 17 nevningar. 14 skulu fylgja málinum tað mesta av tíðini, men tað møta so nógvir, tí møta ikki allir 14, má ein av hinum eyka taka yvir.
Til endans verða 12 nevningar.
Tað er bara tann skuldsetti og verji hansara, sum ikki hava nakrar aftrat sær.
Umframt øll hesi verða í dómhúsinum fleiri fjølmiðlafólk, og fleiri av skyldfólkunum hjá Pidda Hansen hava biðið um pláss.