Ein føroysk kvinna, sum fekk eina rokning upp á 26.000 krónur fyri at eiga barn á Landssjúkrahúsinum, sleppur kanska undan at rinda kortini.
Í hvussu so er sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum, at hann hevur biðið landssjúkrahúsið viðgera málið av nýggjum.
Talan er um eitt par, har bæði eru uppvaksin í Føroyum, men eru síðani flutt niður, har maðurin er undir lestri.
Kvinnan var við barn, men orsakað av álvarsamari sjúku í familjuni, gjørdu tey av at koma til Føroya, og her átti kvinnan barn á Landssjúkrahúsinum.
Og Landssjúkrahúsið sigur, at kvinnan skal sjálv rinda fyri barnsburðin av tí at hon er skrásett at búgva í Danmark - og hon er ikki lesandi.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum um tað av álvara er so galið og hann vildi hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen um hann ætlar at gera nakað við tað.
Landsstýrismaðurin sigur, at høvuðsreglan er, at persónar, ið búgva uttanlands, eisini í Danmark, skulu gjalda fyri planlagdar viðgerðir, tá ið talan ikki er um vanlukku ella brádligan sjúkutilburð.
Í høvuðsheitum er trý undantøk. Eitt undantak er, at viðgerðin í Føroyum skal vera ókeypis, tá ið tað ikki er ráðiligt at senda persónin til viðgerð í heimlandinum, ella tá ið sjúklingurin er ov veikur at verða fluttur til eitt sjúkrahús í heimlandinum.
Eitt annað undantak er, tá ið talan er um serligar umstøður – men tað er ikki útgreinað, nær talan kann verða um serligar umstøður, og tí stendur tað til sjúkrahúsini sjálvi at taka støðu til hetta í hvørjum einstøkum førum.
Tað triðja undantakið er, at persónar, sum eru búsitandi uttanfyri Føroyar í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, hava rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum á jøvnum føti við tey, sum búgva her.
Men treytin er, at áðrenn tey fluttu úr Føroyum, skulu tey hava búð í Føroyum í minst fimm ár.
– Samanumtikið merkir hetta, at persónar, sum flyta úr Føroyum og búseta seg uttanlands, eisini ímillum Danmark, skulu gjalda fyri sjúkraviðgerð í Føroyum, har talan ikki er um eitt av teimum trimum undantøkum.
Kaj Leo Holm heldur, at reglurnar eru nøktandi. Men hann sigur, at í hesum ítøkiliga førinum hevur Landssjúkrahúsið boðað frá, at møguleiki er ikki fyri at gera undantak í tílíkum málum, soleiðis at kvinnan sleppur undan at gjalda fyri føðingina.
Men hann sigur eisini, at hann hevur vent sær til Landssjúkrahúsið fyri at fáa greiði á, hvørjar reglur og undantaksreglur eru galdandi á økinum.
Í hesum ítøkiliga førinum hevur hann eisini heitt á Landssjúkrahúsið um at viðgera málið av nýggjum fyri at vita, um rokningin skal strikast.
Hann sigur, at tá ið tað viðvíkur barnsburð, ætlar hann eisini at dagføra kunngerðina um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, soleiðis at tað verður gjørt greitt, at tað verður givið undantak frá gjaldinum, tá ið bara tað eina av foreldrunum er lesandi uttanlands.











