Svenski fíggjarmálaráðharrin, Anders Borg, ætlaði sær til Teilands við familjuni at halda jól, men tað verður av ongum. Frá uttanríkisráðnum í Stockholm hevur hann fingið at vita, at eingin svenskur ráðharri sleppur til Teilands at vitja, so leingi harnaðarstýrið situr við valdið har. Herurin í Teilandi tók valdið í september. Teilendski sendiharrin í Stockholm undrast á avgerðina hjá uttanríkisráðnum. Hann sigur við Aftonbladet, at ferðavinnan er tað besta, sum kann hjálpa Teilandi burtur úr kreppuni, sum stóðst av teirri stóru flóðalduvanlukkuni.