Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia vil ikki lata fyrrverandi jugoslaviska forsetan Slobodan Milosevic sleppa til Russlands til læknakanningar.
Milosevic líður av hjartatrupulleikum og ov høgum blóðtrýsti, og hann bað herfyri um at sleppa til læknakanningar í Moskva, men dómstólurin sigur, at tær kanningarnar kunnu læknar í Niðurlondum gera. Tí sleppur Milosevic ongan veg.
Eygleiðarar í Haag siga, at dómstólurin ber ótta fyri, at Milosevic kemur ikki aftur, sleppur hann til russiska høvuðsstaðin, har kona hansara og sonurin búgva.
Milosevic er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini undir borgarakrígnum í gamla Jugoslavia. Rættarmálið byrjaði í 2002 og verður eftir ætlanini liðugt seinni í ár. Verður gamli forsetin funnin sekur, kann hann fáa lívlanga fongsulsrevsing.










