Ein moldovi situr í varðhaldinum í dag, eftir at hann kom við flogfarinum úr Íslandi í gjár.
Maðurin hevur eftir øllum at døma arbeitt í Íslandi í nøkur ár, men hevur av eini hvørjari orsøk valt at royna eydnuna í Føroyum.
Trupulleikin er tó, at hóast maðurin hevur lóglig ferðaskjøl úr Íslandi, so hevur hann ikki arbeiðsloyvi í Føroyum.
Nú liggur málið tí hjá Udlændingestyrelsen, sum skal taka avgerð um, hvat skal henda við manninum. Ikki er greitt, um maðurin verður sendur aftur til Íslands ella um hann verður beindur til Moldova.