Sleppur ikki gera tað dýrari at eiga hús

Jørgen Niclasen sleppur ikki at lækka rentustuðulin til tey, sum eiga hús ella íbúð


Tey, sum eiga hús ella íbúð kunnu draga andan lættan.

Nú er nevniliga greitt, at rentustuðulin tey fáa  í samband við lánini tey hava í húsunum ella íulini, verður ikki lækkaður.

 

Annars legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fyri løgtingið um at lækka rentustuðulin eitt prosent um árið, so at hann var komin niður á 30 prosent í 2019.

Hann sigur, at landskassin fer at spara 2,5 milliónir fyri hvørt prosent, stuðulin lækkar.

Men fíggjarnevndin hjá løgtinginum sigur nei til at lækka rentustuðulin.

Hetta er eitt av teimum fáu málunum, har bæði tinglimir úr samgongu og andstøðu eru púra samdir og teir vísa á, at í́ 2009 varð semja gjørd í fíggjarnevndini um eina framtíðarloysn.

 

Les eisini: Jørgen Niclasen komin í mótvind

 

Tí heldur nevndin at tað er skeivt at gera broytingar nú, sum ikki neyvt eru partar í eini heildarætlanætlan.

 

- Rentustuðulin hevur stóra ávirkan á bústaðarmarknaðin og fíggjarmarknaðin í Føroyum og sostatt ávirkar hann eisini virðið á húsum og íbúðum.

 

- Eisini fer ein broyting í rentustuðlinum at ávirka stóran part av føroysku húsarhaldunum, serliga tey, sum nýliga hava tikið lán fyri at keypa teirra hús og heim.

 

Fíggjarnevndin er tí samnd um at heita Jørgen Niclasen um at arbeiða fyri, at gera langtiðarætlan og langtíðarsemju við allar flokkar á tingi um, hvussu rentustuðulin skal vera í framtíðini.

 

Í hesum sambandi skal hugsat um at tryggja ein góðan og vælvirkandi bústaðarmarknað, fíggjarmarknað og at verandi húsaeigarar kunnu kenna seg tryggar við fíggjarligu útlitini.