Í 20 ár var Willi Weber umboðsmaður hjá Michael Schumacher, og tað var undir honum, at kendi týski Formil 1-kappkoyrarin vann sínar sjey HM-kappingar. Samstarvið byrjaði heilt afturi í 1988, og tað sigst, at hann hevur havt stóran týdning fyri yrkisleiðina hjá Michael.
Í gjár vóru tvey ár liðin síðani Michael Schumacher var úti fyri álvarsligari vanlukku á skíum í Sveis. Skaðin var somikið álvarsligur, at hann í dag er heilaskaddur og ikki fær tosað. Hann býr í egnum heimi, har hann eftir drúgva sjúkrahúsviðgerð nú hevur búð í meira enn eitt ár.
Hóast Willi Weber og Michael Schumacher báðir vóru sum eitt, so hevur tað framvegis ikki eydnast Willi at sleppa at vitja kappkoyraran. Sambært Willi Weber sjálvum, so vil hann ógvuliga fegin vitja hann, men at konan hjá Michael, Corinna, hevur sýtt honum fyri tí.
- Hvørja ferð eg havi skrivað til hennara og spurt, um eg kann koma á vitjan, hevur svarið verið 'nei, tíverri'. Eg havi roynt fleiri ferðir, sigur Willi Weber í samrøðu við týska blaðið Bild og leggur afturat:
- Áðrenn vanlukkuna høvdu eg og Michael sera gott samband við hvønn annan. Tvær vikur frammanundan sótu vit og tosaðu um framtíðarætlanir, sum vit tíverri ongantíð sluppu at fremja. Familjur okkara hava verið tætt knýttar í 25 ár, sigur hann.
Michael Schumacher er í heimi sínum umgirdur av einum viðgerðartoymi og nærmastu familjuni. Tá ið vinir og kenningar ætla sær á vitjan, er tað neyðugt, at tey fyrst fáa váttan frá familjuni Schumacher.