Sleppur ikki at stevna um grindalógina

Rætturin vísir sakarmálinum hjá Henrik Weihe Joensen ímóti Fiskimálaráðharranum um grindalógina, frá sær

Henrik Weihe Joensen hevði ongan rætt til at stevna Fiskimálaráðnum um grindalógina.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya Rætti.

 

Henrik Weihe Joensen, ráðgevari í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, er sannførdur um, at grindalógin, sum Løgtingið hevur samtykt, er ólóglig. Hann sigur, at løgreglan er ein danskur myndugleiki, og at Løgtingið kann ikki lóggeva um ein danskan myndugleika. Hann heldur eisini, at grindalógin er brot á grundlógina, tí at løgreglan fær heimild til at taka fólk og at halda teimum aftur í, i mesta lagi, 12 tímar.

 

Fiskimálaráðið hevur harafturímóti ført fram, at hetta er eitt mál sum hoyrir ikki heima í Føroya Rætti og tí hevur Fiskimálaráðið kravt, at rætturin vísir málinum frá sær. Fiskimálaráðið vísir á, at ein serlig nevnd er sett at avgera, hvønn myndugleika, teir ymsu partarnir í ríkinum hava, og eitt mál sum hetta skal avgreiðast í teirri nevndini, og hoyrir sostatt ikki heima í rættarskipanini.

 

Nú hevur Føroya Rættur felt dóm í málinum, og dómurin er stutt og greitt, at rætturin vísir málinum frá sær. Samstundis skal Henrik Weihe Joensen rinda Fiskimálaráðnum 15000 krónur í sakarmálskostnaði.

 

Rætturin sigur, at spurningurin um, hvussu viðurskiftini verða skipað í ríkinum, er ein spurningurin um, hvat danska stjórnin og Føroya Landsstýrið avtala sínamillum, og tað skal viðgerast í áðurnevndu serligu nevnd, og  sostatt er tað ikki eitt mál fyri dómstólarnar.

 

Samstundis vísir rætturin á, at stevningin hjá Henrik Weihe Joensen snýr seg ikki um eitt ávíst mál. Hinvegin er hann hann, ítøkiliga, ikki meiri ávirkaður lógini enn fólkið sum heild. Tí hevur hann ikki heimild at stevna Fiskimálaráðnum, tí rættarliga hevur hann ongan serligan áhuga í málinum, sum kann geva honum heimild at stevna.