Leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, má laga seg til teir fíggjarligu karmarnar, sum eru. Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Rigmor Dam, tingkvinna, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við psykiatriska økið í Føroyum, nú leiðandi yvirlæknin, Tórmóður Stórá, fyribils hevur gjørt av at halda uppat.
- Eg havi staðfest, at leiðandi yvirlæknin alment hevur boðað frá, at hann ikki vil halda fram í starvinum, sigur Karsten Hansen. - At taka við einum starvi er sjálvboðið. Í allar flestu førum skal tann, sum tekur við einum starvi, virka innanfyri givnar karmar. Hesir karmar kunnu kanska í ávísan mun broytast í samráðing við leiðsluna. - Men tað er undir ongum umstøðum tann starvsetti einsamallur, sum einvíst ásetir karmarnar, sigur Karsten Hansen
- Kunnu tann starvsetti og leiðslan ikki koma ásamt um karmarnar, og vil tann starvsetti, orsaka av hesum, ikki at vera verandi í starvi, er natúrliga fylgjan, at starvsetanin endar, leggur hann afturat.
Hann hevur álit á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ger tað, sum ber til fyri at varðveita ein góðan og dugnaligan starvsfólkahóp. Hann er eisini sannførdur um, at dygdin í føroyska heilsuverkinum er treytað av eini skynsamari samanseting av dugnaligum og vælútbúnum starvsfólkum. - Tað vil altíð vera so, at fólk koma og fara og tí má ansast væl eftir at skipa heilsuverkið soleiðis, at veitingarstigið sum so, ikki er tengt at einstøkum starvsfólkum, sigur Karsten Hansen.
- Hinvegin er eitt vælsamansett toymi av dugnaligum starvsfólkum trygdin fyri, at veitingar kunnu halda fram, hóast tað berst einum starvsfólki frá. Hann dugir heldur ikki at hugsa sær til, at psykiatriski depilin nú er skipaður sum eitt persónstengt hierarki, har fakliga toymið heldur uppat við at virka, tá eitt starvsfólk heldur uppat.
Karsten Hansen staðfestir, at á flestu økjum, eisini í psykiatriini, er eftirspurningurin eftir serlæknum størri enn útboðið. - Eins og á øðrum serlæknaøkjum, leita serlæknar í psykiatri sær í størri mun til stór sjúkrahús í miðstaðarøkjum heldur enn til smærri sjúkrahús í útjaðarum. - Sæð í hesum høpi, er Landssjúkrahúsið eitt lítið og fjarskotið sjúkrahús og hetta er ein av stóru avbjóðingunum hjá føroyska heilsuverkinum.
Hann sigur, at tey gera alt, sum tilber innan fyri rímiligt mark, at fáa viðkomandi serlæknar í størvini í heilsuverkinum. - Men í ávísan mun er neyðugt, antin at gera avtalur við serlæknar um at koma til Føroya at virka við jøvnum millumbilum, ella at senda sjúklingar til onnur lond, har til ber at fáa nøktandi viðgerð.
- Eg dugi ikki at meta um, antin tær grundir, virkandi leiðandi yvirlæknin á psykiatriska deplinum hevur givið fyri, at hann ikki vil halda fram í starvinum, kunnu gera tað truplari at fáa skikkaðar serlæknar at søkja starvið. - Um so verður, so er tað at harmast um. Karsten Hansen sigur, at í fíggjarlógini fyri næsta ár, er økispsykiatri uppraðfest við 1,7 millónir krónur. Av tí at búfólk flyta av psykiatriska deplinum, minkað útreiðslurnar hjá deplinum, og játtanin verður lækkað samsvarandi við minkaðu útreiðslurnar. - Hetta er ikki ein niðurraðfesting, men ein natúrlig regulering av játtan í mun til nýtslu, sigur Karsten Hansen.
|










