Sleppur ikki at boksa aftur fyribils

Myndirnar av Miriam Gutierrez hava vakt ans, men nú sleppur hon ikki at boksa aftur fyribils í USA, eftir skaðarnar hon fekk.

Boksarin, Miriam Gutierrez, fekk ein rættiligan umgang leygardagin í boksidysti móti Amandu Serrano.

 

Nú sleppur hon ikki at boksa aftur í USA fyribils, eftir skaðarnar hon fekk í dystinum. 

 

Tað váttar samskiftisleiðarin í Florida Department of Business and Professional Regulation, Patrick Fargason.

 

Myndirnar av Miriam Gutierrez hava vakt ans og vísa, at hin 38 ára gamla gjørdist rættiliga hovin um stóran part av andlitinum. 

 

Í dystinum fekk hon heili 236 sløg, harav mong í andlitið.

 

Amanda Serrano viðgekk eftir dystin, at hon ongantíð áður hevur følt seg so illa eftir ein boksidyst.

 

- Miriam Gutierrez var ein stríðskvinna, og eg gjørdi bara mítt arbeiði. Mær dámar væl Miriam sum avbjóðara. Hon er eyðmjúk, fitt og hevur eitt stórt hjarta.

 

Tað sigur Amanda Serrano.

 

Hon heldur tað vera keðiligt, at tær báðar noyddust at elva hvørji aðrari skaðar fyri at prógva síni virðir.

 

##med2##

 

- Eg hevði ynskt, at hetta ikki gjørdist neyðugt ímóti Miriam Gutierrez. Hon er eisini dóttir og mamma. Mær dámar at vinna, men tað er ongantíð mítt mál at skaða nakran, sigur Amanda Serrano.

 

Miriam Gutierrez hevur eisini fingið rós í sosialum miðlum fyri reystleikan, hon vísti í dystinum. Hon boksaði øll tíggju umførini, og tískil noyddust dómararnir at avgera dystin.

 

Dómararnir vóru einmæltir, og allir góvu Amandu Serrano sigurin.

 

##med3##