Sleppur hon út í morgin?

Í morgin rennur tað triðja fimm ára varðhaldsskeiðið hjá Aung San Suu Kyi út

Síðani 1991 hevur Aung San Suu Kyi sitið innistongd í húsum sínum í Rangoon. Av og á hevur hon verið úti, og nú skal hernaðarstýrið gera av, um hon skal verða sitandi í húsavarðhaldi, ella um hon skal sleppa út. Tí morgin rennur tað triðja varðhaldsskeiðið út.

 

Enn eru eingin tekin komin, sum benda á, at hernaðarstýrið ætlar at lata hana sleppa úr húsavarðhaldinum, og hennara vinfólk og stuðlar vænta eisini, at varðhaldið verður endurnýggjað.

 

Í morgun komu seks løgreglubilar til húsini hjá Tjóðskaparliga Demokratiska Flokkinum, sum hevur boðað frá, at hann fer at skipa fyri einari kravgongu til frama fyri Aung San Suu Kyi. Tíðindastovurnar vistu eisini at siga frá, at bæði hermenn og løgreglumenn stóðu á varðhaldi uttan fyri hús hennara í morgun.