Jóhan Carl Dam, nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag
Vit hoyra javnan stjórar hjá Føroya Fiskavirking úttala, at vit mangla arbeiðsmegi á okkara fiskavirkjum. Hesir somu stjórar rópa tí eftir fremmandari arbeiðsmegi. Teir siga, at kemur eitt stórt tal av fremmandum fiskavirkisarbeiðarum ikki til Føroya í skundi, so fer fiskivinnan at missa ein hóp av peningi. Sagt verður eisini, at tað ber ikki til at finna skikkaða arbeiðsmegi til flakavirkini skjótt. Nú eru politikarar eisini farnir at taka undir við stjórunum á Føroya Fiskavirking. Ein fólkafloksmaður, sum rópti útlendingar fyri líkt og ólíkt undan valinum seinast, hann stendur nú í fremstu røð og rópar eftir útlendskari arbeiðsmegi. Sambært honum, so koma ongantíð ov nógvir útlendingar henda vegin at arbeiða.
Føroyingar vilja fegnir
Men er tað nú rætt, sum stjórar og politikarar royna at fortelja okkum. Nú kenni eg ikki so lítið til støðuna hjá arbeiðarafjøldini her á landi. Og má eg siga, at eg kenni einki til, at fólk hvørki tíma ella eru óskikkað til at útinna tað arbeiði, sum ávísir vilja hava útlendingar til at gera. Heldur er tað øvugta galdandi, at tað heldur er reglan enn undantakið, at okkara flakafólk hava alt ov stutta og óreguliga arbeiðsviku. Eg veit um nógv flakafólk kring landið, sum vildu gjørt og givið nógv fyri at sloppið meira til arbeiðis. Til dømis kundi Føroya Fiskavirking gjørt tað at fólk, sum eru knýtt at einum virki, kundu verið nýtt á øðrum virki, tá tørvur var á arbeiðsmegi har. Men tað vilja teir á Føroya Fiskavirking ikki hoyra talan um. Teir vilja hava útlendingar inn á øll virkini, sjálvt um føroyingarnir á somu virkjum langt frá hava fulla arbeiðsviku. Kanska eiga teir á Føroya Fiskavirking at fara undir eina skipan, har fólk verða sett í fast starv, og at tey so kunnu flytast millum virkir, tá hetta er neyðugt. Her síggi eg upplæring og útbúgving sum eina sjálvfylgju. Hesum eiga arbeiðarafeløgini at virka fyri.
Hví útlendingar
Ein kann undrast yvir, at teir á FF eru so altráðir eftir útlendskari arbeiðsmegi. Eri stórliga í iva um teirra pástandir um, at útlendingarnir eru raskari og dugnaligari. Nei, heldur er tað okkurt annað, sum drívur verkið. Stjórarnir í Føroya Fiskavirking síggja kanska aðrar møguleikar við útlendsku arbeiðsmegini. Teir rokna við, at teir fáa útlendingarnar at arbeiða í døgndrift fyri undirløn. At teir kunnu taka teir inn í landið upp á serligar treytir í ávísa tíð. Vit hava sæð dømi um hetta á Skála, og nú vilja teir í Føroya Fiskavirking ganga somu leið. Teir vilja heldur hava útlendingar fyri 40 krónur um tíman og uttan fakfelagsbinding, enn føroyingar, sum sjálvandi krevja sáttmálaviðurskiftini hildin. Bæði so og so. Ein vandi við at flyta inn arbeiðsmegi til flakavinnuna er, at arbeiðsgevarin skal tryggja hesum útlendingunum 40 tíma viku. Koma fleiri útlendingar inn upp á hesar treytir, so vita hvørjar treytirnar hjá føroysku flakafólkunum verða. Tey verða send til hús.
Skulu vera vælkomnir
Hetta skal als iki skiljast soleiðis, at útlendsk arbeiðsmegi ikki er vælkomin til Føroyar. Føroyingar eru allastaðni, so hví kunnu útlendingarnir ikki koma her. Teir skulu vera so hjartaliga vælkomnir, og vit eiga at gera alt fyri, at teir hava tað gott og kenna seg væl, meðan teir eru her. Vit eiga bert at gera upp við okkum sjálvi, at nakrar meginreglur skulu galda í mun til útlendingar. Eins væl og vit seta teimum treytir, so eiga vit eisini at veita teimum sømdir. Vit krevja av teimum, at tey skulu tillaga seg okkara samfelag, okkara siðir, lógir og reglur. At tey virða og liva sambært okkara mentan í tann mun, tað ber til. Hinvegin skulu vit bjóða teimum sømdir og treytir á sama støði, sum vit bjóða øllum øðrum. Somu løn, somu arbeiðstreytir, búumstøður og so framvegis.
Men vit eiga undir ongum umstøðum at bjóða útlendingum tað arbeiði, sum føroyingar standa og mangla og fegnir vilja átaka sær. Vit mugu ikki lata kræddaralyndið og grátigheitina fara við okkum. Vit eiga at fáa málið væl lýst, vit eiga at fáa spurningin svaraðan, um føroyingurin er skikkaður til at skera flak, um hann tímur at skera flak, og um hann sleppur til arbeiðis í tann mun, hann ynskir tað.