Tað er als ikki víst, at umboðið fyri danska ríkisfelagsskapin og sostatt eisini fyri Føroyar, kemur í finaluna í Eurovision sangkappingini leygardagin.
Sum vit avdúkaðu í gjár hevur DQ ikki føroysku kórgentuna og føroysku dansarinnuna við sær til Finlands, men sum einasta umboð fyri Ríkisfelagsskapin umboðar danska Drag Queenin eisini Føroyar, so nógvir føroyingar ætlar sær óivað at heppa fyri honum, tá teir seta seg við sjónvarpið leygarkvøldið. Men tað er als ikki víst, at DQ verður millum nøvnini á skránni leygarkvøldið.
Danska umboðið í fjør Sidsel Ben Semmane kláraði seg somikið illa, at DQ skal kappast við 28 onnur listafólk um 10 finalu pláss í eini hálvfinalu í kvøld. Altjóða serfrøðingar í Eurovision, meta tó, at lagið Drama Queen hjá DQ er somikið gott, at hann er millum favorittarnar at enda millum bestu løgini.
Skuldi DQ sloppið í finaluna, so hevur hann møguleika at gerast onnur Drag Queenin, ið vinnur hesa stórslignu kapping. Í 1998 vann transkynsligi jødin Dana International Eurovision fyri Ísrael.
Hálvfinalan verður send í Sjónvarpinum klokkan 22.50 í kvøld, sjálv finalan er leygarkvøldið klokkan 20.00.