Sleppur at byggja

Slættanes: Tað er ikki ofta, at ein hoyrir um sethúsabygging í hesi avtoftaðu bygdini. Á bygdaráðsfundi í Sandavági í farnu viku varð tó samtykt, at geva Jóhan J. Jakobsen loyvi til at byggja uppaftur eini hús á Slættanesi (myndin) á matrikul nr. 359.

Í bygdini eru nøkur fá onnur slík øki, har byggjast kann á.

Slættanes er, hóast hon er avtoftað, kortini partur av Sandavágs kommunu.