Hanus á Gørðum varð útbúgvin prestur í 2007. Hann hevur sjálvsagt, eins og aðrir prestar, verið eitt sindur spentur uppá at sleppa at halda ólavsøkuprædikuna.
- Eg eri spentur, tó at eg havi vitað, at tað fellur í mín lut fyrr ella seinni. Nú havi eg vitað av tí í tvey ár, sigur Hanus á Gørðum.
- Tað er serligur dámur yvir hesum, og tað leggur sjálvsagt eisini eitt ávíst trýst á prestarnar, sigur Hanus á Gørðum um leiklutin at prædika í Dómkirkjuni á ólavsøku.
- Nú er tað so, at teksturin til prædikuna er Matteus 16. Har sigur Jesus m.a. við lærisveinar sínar: Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær.
- Í dag er materialisman stór avbjóðing, og eg ætli mær at lýsa samtíðina. Mítt lív og okkara lív. Tað er nú so við lívinum, at ein kann bert taka ímóti og so geva seg til Hansara, ið gav.
- Prædikan fer at snúgva seg um materialismu og samfelagið, um rannsakan av sær sjálvum og kirkjuni. Helst við støði í egnum lívi og lívinum hjá okkum øllum, sum liva í samfelagnum í dag. Materalisma og sjálvgóðska er veruliga nakað, sum vit mugu fyrihalda okkum til, minna okkum sjálvi og taka til viðgerar, heldur Hanus á Gørðum.
Hann metir annars løtuna í Dómkirkjuni hava serligan dám.
- At halda prædikuna á ólavsøku er stórur heiður. Tað er nakað serstakt og næstan sum próvtøka. Allir prestar síggja við spennigni og gleði fram til hesa løtuna, sigur Hanus á Gørðum.










