Sleppið undan gloppum

Fyri KT-trygdina hjá einstaka brúkaranum er tað ein veldugur fyrimunur, um virus-verja er á telduni, longu tá hon verður latin frá verksmiðjuni.
- Fyri trygdina hevur tað sera stóran týdning, at tað ikki íkoma nøkur tíðarglopp millum keyp av teldu og virusverju. Tað er eisini fremsta orsøkin til, at vit aktivt hava leitað eftir samstarvsfeløgum innan framleiðarar, sigur Heini Zachariassen.
Við hesum sipar hann til, at tað onkra tíð kann vera so, at brúkarar ikki keypa sær virus-verju, fyrr enn skaðin er hendir. Altso eftir at brúkarin hevur verið fyri virus-álopi. Tá kann tað eisini vera ov seint, tí dáta kunnu tá vera mist, og so skal óneyðug tíð og orka nýtast til at endurskapa tað, sum mist er.