Nú eru vónir um, at meiri botnfiskur aftur verður at fáa undir Føroyum. Men sleppa vit at fiska fiski ímeðan hann er at fáa, ella fara serfrøðingr at mæla til afturhald? Tað er ein spurningar, sum verða reistir í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Ein annar spurningur, sum fer at verða umrøddur, er, hvussu hava spádómar og tilmæli hjá serfrøðingum um fiskiskap, svara til fiskiskapin eftir teimum ymsu fiskasløgunum? Tað er Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum og við sær at umrøða spurningarnar, hevur hann Eilif Gaard, leiðari á Havstovuni, Eyðstein Poulsen, skipari og útgerðarmann, og Osmund Justinussen, fiskimann og reiðara eitt langt lív. Óli Breckmann ásannar, at hesi seinastu 20 árini hevur fiskiskapurin undir Føroyum sveiggjað ógvuliga nógv og tað ávirkar so aftur hýrur, lønir fyri fiskaarbeiði á og útflutningsvirðið hundraðtals milliónir hvønn vegin, alt eftir, hvussu tað gongur Men spurningurin er so, hvat tey serkønu á sjógvi og landi, leik og lærd, politikarar og embætisfólk, siga um orsøkirnar til, at fiskiskapurin sveiggjar so nógv, ofta yvir stutt áramál? - Lítil semja er ímillum fiskifrøðingar og fiskimenn um atvoldir til tey stóru sveiggini. Var studningur til høvuðsvinnuna í sínari tíð, ov stór fiskiorka, skipatal og reiðskapur, ov lítil friðing av gýtingar- og smáfiskaleiðum og kanska ein tambað fiskidagaskipan orsøkirnar til at so lítið hevur verið at fáa summi ár? Ella velst alt um gróður og æti í sjónum? - Hvar heldur botnfiskurin til, tá ið lítið fæst av hesum fiskasløgum? Eru tey spjadd uppi í sjónum, ella flytur fiskurin burtur av grunninum? - Og so kemur tann stóri spurningurin, um tað kunnu vera heilt aðra orsøkir, eitt nú havstreymar, og enntá luftstreymar, í øðrum heimspørtum, sum ávirka veður og sjógv við Føroyar.
Óli Breckmann vísir á, at í farnu viku bar Havstovan tey boð, at nógvur gróður er í føroyskum sjóøki í løtuni. - Hóast heldur seint um várið, kann hesin algu- og planktonvøkstur nøra um krill og reyðæti, sum fyrst sildar- og síðan botnfiskur, toskur og hýsa, upsi, liva av. - So kemur stóri spurningurin, um føroysk fiskivinna og føroyski búskapurin fáa gagn av, at stovnarnir av botnfiski trilka í nøgd og kunnu aftur gerast eitt líka gott íkast í búskapin, sum toskur, hýsa og kanska eisini upsin mangan hava verið. - Fer gróður í sjónum, og vónandi vøkstur í botnfiskastovnunum, at eggja fiskifrøðingum, Havstovuni og ICES, til at mæla til meiri fiskiskap undir Føroyum, ella fara onnur atlit, eitt nú langtíðar áhugar og planlegging, at telja meiri enn týdningurin av at veiða fiskin, meðan hann fæst? - Hvussu hava íslendingar gjørt við sína høvuðsvinnu, og hvussu hevur gingist hjá teimum at varðveita toskastovnin og tryggja burðardygga veiði, er eisini ein spurningur, tey fara at kjakast um.
|