Sleppa USA

Danska bryggjaríið Carlsberg sigur sít øl vera tað besta í heiminum, men kortini hevur bryggjaríið valt at síggja burtur frá amerikanska marknaðinum.

Orsøkin er ikki, at amerikanararnir ikki leggja í Carlsberg, men heldur tann, at tað er sera dýrt at marknaðarføra eina vøru í USA. Niðurlendska bryggjaríið Heineken nýtir næstan eina hálva milliard krónur um árið at marknaðarføra sítt øl á amerikanska marknaðinum, og tey bæði stóru suðurafrikonsku bryggjaríini SAB Miller og Anheuser-Busch nýta meiri enn fýra milliardir krónur um árið bert til marknaðarføring í USA.

Amerikanararnir halda tað vera løgið, at Carlsberg ger so lítið burtur úr sær í USA, men leiðslan í danska felagnum hevur ta áskoðan, at tað ber væl til at gera seg galdandi á heimsmarknaðinum uttan at gera seg galdandi í USA. Tað er ein hugsunarháttur, sum amerikanararnir hava ilt við at skilja.