Sleppa undan vandamiklari dálking – og spara pening

Tað skuldi lítið til fyri at bøta um støðuna og nú er tað gjørt

Í graslíkisvøllunum í Gundadali er fult av elalítlum gummikúlum, ella granulati, sum tað kallast. Men tað er ein stórur vandi fyri umhvørvi, tí alla tíðina verður ganulat drigið av vøllinum, tí tað setir seg upp undir skógvarnar á leikarunum.

 

Á einum býráðsfundi fyri einum góðum ári síðani varð nevnt, at tað vóru kanska eini 20 tons av granulati, bara í Ovaravølli og tá ið tað verður drigið av vøllinum, endar tað í náttúruni, og er til stóran skaða fyri umhvørvið.

 

Harumframt kostar tað eisini kommununi og sostatt skattgjaldurunum, pening, hvørja ferð nýtt granulat má fyllast á vøllirnar.

 

Fyri at fyribyrgja, at granulatið hvørvur av vøllunum, hevur kommunan tískil sett bustir og ristir upp við inngongdirnar til vøllirnar, soleiðis at leikarar kunnu busta granulatið av skógvnum, og tøma skógvarnar, áðrenn teir fara av vøllinum.