Verður undirsjóvartunnil gjørdur til Suðuroynna, sleppur Landskassin undan eini útreiðslu upp á næstan 100 milliónir um árið. Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í Samferðslumálum.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu ein Suðuroyartunnil kann fíggjast. Í hesum sambandi spyr hann um talan kann verða um at taka lán frá danska statinum til tunnilin, tí tað hevði tryggjað okkum bíligastu rentuna á marknaðinum yvirhøvur.
Les meiri her: Soleiðis fæst tað bíligasta lánið til Suðuroyartunnilin
Dennis Holm vísir á, at fólkatalið í Føroyum var stívliga 54.200 fólk. Í Suðuroy búgva góð 4.660 fólk og tað svarar til 8,6 prosent av fólkatalinum í landinum.
Nú Sandoyartunnilin letur upp seinni í ár, fara 90,6 prosent av Føroya fólki at hava fast samband. Einasta stóra oyggj, sum so ikki hevur fast samband, verður Suðuroy. Men tá ið Suðuroyartunnilin er gjørdur, verða 99,4 prosent av Føroya fólki knýtt saman í eitt vegakervi.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at tá ið tað verður umrøtt, hvussu nógv ein. Suðuroyartunnil fer at kosta, er tað eisini viðkomandi at hava í huga, at tá ið fast vegasamband verður ímillum Suðuroy og meginlandið, sleppur landið undan øllum útreiðslunum av at hava Smyril og Herjólf siglandi.
Í fjør vóru útreiðslurnar til Suðuroyarleiðina 137 milliónir krónur og av teimum vóru tað Smyril og Herjólfur sum kostaði 100 milliónir at reka. Hinvegin kostaði bæði skipini 37 milliónir í dokkingum og viðlíkahald.
Hesi seinastu fimm árini hevur bara Smyril kostað 18 milliónir í árið í miðal í dokkingum og viðlíkahaldi og rakstrarútreiðslurnar fyri sjálva siglingina, eru 72 milliónir um árið.
Sostatt kostar Smyril 90 milliónir um árið í miðal. Men samstundis eru politikarar samdir um, at Smyril er ov lítil til at røkja suðuroyarsiglingina einsamallur og tískil er Herjólfur leigaður afturat.
Verður eingin tunnil gjørdur, slepst ikki undan at byggja nýggjan Smyril og hann er leysliga mettur at kosta eina milliard, sigur Dennis Holm.