Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur boðað skúlunum frá, at skúlagongdin í nógvum fólkaskúlum hevur í hesum skúlaári verið merkt av koronu farsóttini. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at næmingar í 9. og 10. flokki hava eina skrivliga próvtøu færri. Næmingar í 9. flokki fara til skrivliga próvtøku í føroyskum, donskum og støddfrøði. Eingin skrivlig próvtøka verður í enskum, men ársmetið í enskum telur sum próvtøkumet. Næmingar í 10 flokki fara til próvtøku í føroyskum, enskum og støddfrøði. Eingin skrivlig próvtøka verður í donskum, men ársmetið í donskum telur sum próvtøkumet. Næmingarnir hava eina munnliga próvtøku færri bæði í 9. og 10. fl. Næmingar í 9. flokki fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum, harav føroyskt er kravd próvtøkulærugrein. Næmingar í 10. flokki fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum. Í teimum førum, har próvtalið er lægri enn ársmetið, fáa næmingarnir ársmetið sum próvtal í 9. og 10. floks prógvnum. Hetta er galdandi bæði í skrivligu og munnligu provtøkunum. Í skrivinum frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum verður eisini sagt, at næmingar fara til munnliga próvtøku í tí tilfari, sum viðgjørt er í undirvísingini, og próvtøkuspurningarnir skulu taka støði í undirvísingargongdunum, sum eru framdar. – Orsakað av, at undirvísingin hevur verið nógv darvað av koronusjúkuni í drúgva tíð í hesum skúlaári, kann tað verða ymiskt, hvussu stóran part av tilfarinum, skúlarnir hava nátt, og tí er umráðandi, at próvtøkuspurningarnir verða settir í undirvísingargongdunum, sum eru framdar í einstøku lærugreinunum. Í fleiri lærugreinum tekur próvtøkan støði í tilfari, sum gjøgnumgingið er bæði í 8. og 9. flokki, og eiga skúlarnir at hava hetta fyri eyga, tá ið próvtøkuspurningarnir verða settir, so at teir fata um tær undirvísingargongdir, sum undirvíst er í. Og víðari skrivar ráðið: – Við atliti at nevndu viðurskiftum verður ikki møguligt hjá øllum skúlunum at halda seg til normalsíðutalið, sum kravt verður í munnligu próvtøkunum í føroyskum, donskum og enskum. Heimilað verður skúlunum at lækka kravda normalsíðutalið í mesta lagi 25 prosent, men at lækkingin verður gjørd í mun til, hvussu stóran part av ásetta tilfarinum sambært námsætlanini, ið einstaki flokkurin hevur nátt. Hetta sama er galdandi í hinum lærugreinunum, sum ikki hava eitt ávíst normalsíðutal sum próvtøkugrundarlag. Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar eisini frá, at landsroyndirnar verða útsettar til eftir summarsteðgin, so at skúlarnir fáa møguleika at nýta restina av skúlaárinum til at gjøgnumføra kravdu undirvísingina, sum er grundarlag undir royndunum
Sleppa undan tveimum próvtøkum í 9. og 10. flokki