Tá franska landsliðið tann 12. august vann tepurt 1-0 á Føroyum á Tórsvølli, var Franck Ribery ivasamur, men kom kortini inn, tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá hevði Frakland longu fingið málið, men venjarin, Raymond Domenech, kendi seg ikki nóg tryggan, og valdi tí at spæla trumfin út. Framvegis er tað knæið, ið gevur Ribery trupulleikar, og nú Frakland skal spæla teir báðar seinastu dystirnar í HM-undankappingini, kennir hann seg noyddan at geva avboð. Frammanundan hevur Yoann Gourcuff, ið spældi allan dystin í Føroyum, eisini givið avboð vegna skaða.