Í sambandi við ætlanina at herða føroysku vápnalógina, er eisini ætlanin, at tey, sum eiga ólóglig vápn, skulu fáa høvi at lata tey inn á politistøðirnar kring landið, uttan at verða revsað.
Sum tað sæst í greinini, niðanfyri, er ætlanin at herða vápnalógina í heyst, tí nú skulu øll, sum keypa og eiga byrsu, fyrst á byrsuskeið og síðani hava vápnaloyvi frá fútanum.
Men í sama viðfangi verður miðjað eftir at fáa beint fyri so nógvum ólógligum vápnum, sum gjørligt, bæði riflum, skammbyrsum o.s.fr.
Tí ætlar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, at tá í lógin um at herða vápnalógina er komin í gildi í heyst, kunnu tey, sum eiga ólóglig vápn, lata tey inn á politistøðirnar kring landið, uttan at verða revsað.
Hetta tilboðið fer at standa til til nýggjársaftan, 31. desember í ár, men eftir tað, verður aftur ákæra reist ímóti teimum, sum eiga ólóglig vápn.