Sleppa undan nøkrum uppsagnum á Tvøroyri

HÓPUPPSAGNIR Nú sær ikki heilt so dapurt út hjá starvsfólkunum á Suðuroyar ellis- og røktarheimi

Tað verður ikki neyðugt at siga so nógvum starvsfólkum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, upp, sum upprunaliga ætlanin var.
Tað er greitt eftir at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum nú hevur sett tiltøk í verk fyri at avmarka uppsagnirnar.
Samstundis sum bøtt verður um eldrarøktina í Suðuroy.
Upprunaliga var ætlanin at skerja játtanina til ellis- og røktarheimið á Tvøroyri so nógv í ár, at eini 9-10 ársverk máttu sparast burtur í ár.
Av tí, at so nógv arbeiða parttíð, hevði talan, leyðsliga mett, verðið um eini 15 fólk, sum høvdu fingið uppsøgn í næstu framtíð.
Sparingin stendst av, at tey átta tvíkømrini á ellis- og røktarheiminum, nú skulu verða einmanskømur og sostatt vera tað átta búfólk færri.
Hetta er ein tilgongd, sum varð sett í verk í undanfarnu samgongu, har landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, helt, at tað hoyrir ikki nútíðini til, at tvey fremmand fólk skulu noyðast at hava kamar saman á ellisárum.

Ov stór sparing
Hinvegin hevur Annika Olsen boðað frá, at tað er at taka ov rívan til at seta einum einstøkum ellis- og røktarheimi eitt so stórt sparikrav.
Tí hevur hon nú tikið stig til at avmarka sparingina, samstundis sum at bøtt verður um eldrarøktina.
Í hesum sambandi hevur Annika Olsen gjørt av Suðuroyar Ellis- og Røktarheim skal fáa ein part av játtanini, sum annars varð ætlað til eldrasambýlið á Tvøroyri.
Hendan játtanin skal brúkast til at gera aðra hæddina á Suðuroyar ellis- og røktarheimi til eina deild til minnisveik.
Har verður pláss fyri 11 búplássum.
Við hesum slepst undan at siga nøkrum fólkum upp, sum annars høvdu mist arbeiði. Akkurát, hvussu nógv, tey verða ber ikki til at siga neyvt, men kanska eini trý, fýra.

Nýtt dagtilhald
Samstundis er ætlanin eisini at brúka ein partur av ætlaðu játtanini til eldrasamby?lið á Tvøroyri til at seta á stovn eitt dagtilhald í Suðuroy til fólk við rørslutarni, eitt nú minnisveik.
Annika Olsen sigur, at enn er ikki avgjørt, hvar hetta dagtilhaldið skal vera, men kanska verður tað eisini á Tvøroyri.
Landsstýriskvinnan hugsar sær eitt dagtilhald til eini átta fólk.
Nú veldst so um, antin fíggjarnevnd og Løgting taka undir við hesi ætlanini, men tað fæst onki at vita um fyrrenn seinni.
At tað ber til at flyta pengar frá sambýlinum á Tvøroyri, er tí, at sambýlið fór í luftina í ódnini í november og síðani hevur Tvøroyrar Býráð samtykt at tað ikki verður gjørt aftur.
- Sostatt verður ikki neyðugt hjá sty?rinum fyri røktarheimið á Tvøroyri, at siga
eins nógvum fólkum úr starvi, sum tey hava boðað frá, sigur Annika Olsen.
- Hetta fer at bøta munandi um tørvin á røktarheimsplássum í oynni og virka fyri, at
fólk hava møguleika at vera sum longst í egnum heimi, leggur hon afturat.
Hon sigur, at í Suðuroy er onki bútilboð til minnisveik og tað er heldur onki dagtilhald til fólk við rørslutarni.
Suðuroyggin hevur verið afturútsigld í so máta og tískil meta bæði Almannamálaráðið og Nærverkið, at tað er rætt at stovna hesi tilboð í Suðuroy eisini.