Sleppa undan kringvarpsgjaldi

Yngri miðnámsskúlanæmingar, sum búgva einsamallir, kunnu nú søkja Kringvarpið um at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

Enn sum áður eiga øll húski at rinda kringvarpsgjald. Tað varð seinast staðfest í einari lógarbroyting í fjør summar. Flestur miðnámsskúlanæmingar eru partar av einum húski, og koma sostatt ikki undir serstaka gjaldsskyldu. 
Tað er tó ein sannroynd, at nakrir miðnámsskúlanæmingar noyðast at flyta heimanífrá, m.a. tí teir búgva fjarskotið frá nærmasta miðnámsskúla. Hjá hesum er neyðugt at gista á útbúgvingarstaðnum , tað veri seg á næmingaheimi, í kamari ella í leigaðari íbúð.
Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at  ein miðnámsskúlanæmingur, sum býr einsamallur, skal rinda kringvarpsgjald, hóast hann á pappírinum er sjálvstøðug húski. ,
Tí havi eg sum landsstýriskvinna broytt kunngerðina, soleiðis at miðnámsskúlanæmingur, ið býr einsamallur, kann søkja Kringvarp Føroya um at verða frítikin fyri at rinda kringvarpsgjald. Treytin er eisini, at hann ikki er fyltur 22 ár við skúlaársbyrjan.
Fyri at fáa hægra útbúgvingarstuðulin, skulu hesir miðnámsskúlanæmingar prógva útreiðslur av egnum bústaði. Sambært kringvarpslógini verða teir tí roknaðir sum eitt húski og skulu rinda kringvarpsgjald. Næmingarnir hava oftast teldu og internetsamband, og hava skyldu at rinda kringvarpsgjald.
Broytingin er galdandi fyri innkrevjingina av kringvarpsgjaldinum í 2011. Studni metir, at millum 200 og 250 miðnámsskúlanæmingar lúka treytirnar fyri at kunna verða frítiknir fyri at rinda kringvarpsgjald.

Helena Dam á Neystabø, ?landsstýriskvinna í mentamálum