Sleppa undan at rinda mvg í fýra ár afturat

Hetta hevur stóran týdning í royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya

Hesi næstu fýra árini skal tað ikki vera dýrari at byggja ítróttarverkløg, skótahús, samkomuhús, mentanarhús, fornminni og annað.

Tað skal heldur ikki verða dýrari at byggja leiguíbúðir.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um at tey, sum byggia íbúðir, og tey, sum byggja verkløg og bygingar til almannagagnligt frítíðarvirksemi, skulu sleppa undan at rinda mvg til árslok 2019.

 

Tey rinda heldur ikki mvg nú, men lógin fer úr gildi nú á nýggjárinum, men nú verður hon so longd í fýra ár afturat.

 

Kristina Háfoss staðfestir í tíðindaskrivi í morgun, at nógv almannagagnligt virksemi er kring landið, har fólk gera eitt stórt, sjálvboðið arbeiði. Tað kapar trivnað og ger tað enn betri at búgva í Føroyum.

 

Og hon heldur, at landið eigur eisini at gera sítt til, at íløgurnar í slíkt virksemi, ikki gerast óneyðuga dýrar. Og hetta verður gjørt við, at sleppa teimum undan at rinda mvg í fýra ár afturat.

 

Treytin fyri at sleppa undan mvg, er, at minst ein triðingur av fíggingini er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði.

 

Kristina Háfoss, leggur afturat at hetta hevur eisini stóran týdning fyri at at gera tær íløgur, ið eru neyðugar fyri at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya í næstu framtíð.

 

Endamálið við at tey, sum byggja íbúðir til leigu, skulu sleppa undan mvg í fýra ár afturat, er at stimbra uppundir, at fleiri íbúðir verða bygdar.

 

Men ein treyt er, at nakrar av íbúðunum í hvørjari verkætlan, verða gjørdar soleiðis, at fólk í koyristóli skal kunna búgva í teimum.