Atlantic Airways hevur slept ætlanunum um eitt minni flogfar til Norð-ruturnar.
Tað boðar felagið frá beint nú.
Norðruturnar eru flúgvingin upp á Ísland og Noreg.
Leiðslan í flogfelagnum grundar avgerðina á eina heildarmeting, sum tekur støði í alsamt hækkandi ferðafólkatølum. Men avgerðin er eisini grundað á, at stundvísið og reglusemið er munandi batnað, samstundis sum at tey siga, at viðskiftafólkini eru væl nøgd við Airbus flogførini.
- Harumframt eru ábendingar um vøksturin heldur fram næstu árini, og tørvurin á flogsetrum sostatt fer at økjast.
- Tørvur er á trimum stórum flogførum fyri at veita eina nøktandi tænastu. Vøksturin á heimamarknaðinum hevur sostatt havt við sær, at vit halda fast um trý Airbus flogfør og sleppa ætlanunum um eitt minni flogfar til NORÐ-ruturnar, staðfestir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Í fyrstu atløgu verður talan um tvey Airbus 319. Man Atlantsflog hevur keypt eitt flogfar afturat, ein Airbus 320, sum tekur nøkur ferðafólk fleiri enn flogførini, tey nú hava, og tað flogfarið kemur í desember.