Sleppa skjótt at banna diesel- og bensinbilar

Skjótt sleppa kommunur í Danmark at gera avmarkað øki, har bara bilar uttan brennievnismotor kunnu koyra og harvið ikki diesel og bensinbilar.

 

Skjótt kunnu bilar við diesel- ella bensinriknum motorum verða bannaðir í ávísum økjum í donskum býum. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix

Tað er úrslit av nýggjari avtalu, sum ein meiriluti í Fólkatinginum hevur gjørt, upplýsir danska umhvørvismálráðið.

Frammanundan finnast umhvørvissonur í fleiri kommunum í Danmark, sum seta fleiri krøv til bilar og lastbilar, sum koyra við diesel. Tað er millum annað í Aalborg, Odense, Frederiksberg, Aarhus og Keypmannahavn.

Men nú verður møguligt at seta forboð.

Sonurnar skulu eisini fáa fleiri at keypa elbilar, verður sagt í avtaluni.

Lógaruppskotið, sum skal fáa hesa avtaluna setta í verk, verður lagt fram í heyst.

/ritzau/

 

 

 

 

 

Skjótt kunnu bilar við diesel- ella bensinriknum motorum verða bannaðir í ávísum økjum í donskum býum. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix